Tíðindafundur lokin

Nýggj koronutilmæli:

  • Lat teg kanna fyri koronu tríggjar dagar, áðrenn tú kemur til Føroya. 
  • Tú verður kannað/ur við komu til Føroya. 
  • Sætta dagin fært tú áminning í sms-boðum ella telduposti um at fara og kanna teg. 
  • Og ver serliga varin frá fyrsta degi til og við sætta dag, tá tú hevur fingið úrslitið. 
  • Umframt hetta, haldið vanligu tilmælini um frástøðu, reinføri og avmarkaða sosiala samveru. 

Spurningur: Hvør fær koppseting fyrst?

Tað vil landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki siga nakað um og vísir til bólkin, sum er settur. 
Kaj Leo Holm Johannesen vónar, at hann fær tilmælið frá hesum bólkinum fyri jól. 

Spurningur: Hví krevja tit ikki at fólk lata seg kanna tríggjar dagar undan komu, eins og tit krevja kanning við komu til landið?

Tilmælini rigga betur, heldur løgmaður fast um.

Spurningur: Hava tit umhugsað at fara lógarvegin?

Ein lóg var í gildi inntil 1. september, og hon er borin aftur í Løgtingið, har vit heita á Løgtingið um at geva okkum lógarheimild til at biðja skeinkingarstøð at lata aftur eitt ávíst tíðarskeið.

Løgmaður sigur greitt nei, tá hann verður spurdur, um landsins myndugleikar hava ætlanir um at fáa sær lógarheimild til at geva bøtur og líknandi, um tilmælini ikki verða hildin. 

Spurningur: Tú sigur teg hava álit á, at fólk í veitslulagi duga at halda tilmælini, men tað gera tey ikki, sambært løgregluni - serliga nú seinasta vikuskiftið. Hvussu kanst tú hava álit á teimum?

Løgmaður ásannar, at her er neyðugt við áminning og at herða átøkini nú. Føroyar eru í eini serstøðu, og her er fríari enn aðrastaðni. So tað ræður um at halda tilmælini, tað er tann einasti og besti  mátin at verja okkum móti smittuni, sigur hann. 

Spurningur: Um fólk ikki møta upp til kanning sætta dagin, hvat gera tit?

Skipanin við at senda áminning í sms-boðum fer at rigga frá í dag av, og síðan skal skipanin skráseta, hvørji møta upp, og so taka vit tað harfrá, sigur løgmaður og leggur dent á, at talan er um tilmæli. 

Spurningur um nýggju muteringina í Norður-jútlandi?

Í løtuni ber til at koma frá og til uttan at steðga á í økinum, sigur løgmaður. 

Bjarni á Steig sigur, at tað ræður um at hava eyguni við teimum, sum koma úr Danmark - sama hvat fyri mutatión tey kunnu hava í sær. 

Boðini til ferðafólk mugu vera heilt greið. 

Haldið fast um tilmælini sum frástøðu og um kanningarnar undan, við og eftir komu til Føroya. 

Vit hava sæð so seint sum um vikuskiftið, at ein, sum kom til landið, vísti seg at vera positivur. Men tíbetur helt viðkomandi tilmælini, og skaðin er avmarkaður. 

Ein mutatión er í virussinum, og tað merkir, at koppsetingin, sum er á veg, ikki virkar heilt, sum hon skal, men tað ber til at tillaga koppsetingina, greiðir læknafakligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum frá. 

Kanning vísir seg at vera eitt sera gott amboð, sigur Bjarni á Steig. 

Tað er skilagott at herða átøkini við landamørkini. 

Við at kanna fólk tríggjar dagar fyri komu, við komu og sætta dagin eftir komu til Føroya, so fer at bera til at fyribyrgja enn eini smittubylgju, metir Bjarni á Steig.