Kommunuvalið 2020 er nú komið at enda. Vit takka fyri okkum.
Kommunuvalið 2020 er nú komið at enda. Vit takka fyri okkum.
Heðin Mortensen er vísur í, at samráðingarnar fara at bera á mál.
Heðin Mortensen ynskir eina breiða samgongu, og tí verður samrátt við bæði Sambandsflokkin og Framsókn.
Annfinn Brekkstein sigur ongan iva verða um, at Heðin Mortensen verður borgarstjóri í Havn.
Umboð fyri flokkarnar sita í løtuni á Gamla Apoteki og samráðast.
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn samráðast um samgongu í Havn.
Marita Sumberg ætlar sær borgjarstjórasessin á Viðareiði
Sambært Jóannesi Hansen eru 7 av 13 býráðslimum í Havn ikki afturvaldir.
Pauli Trond Petersen vónar at gerast borgarstjóri aftur í Vestmanna. Hann fekk ein triðing av atkvøðunum í bygdini.
Bjarni Prior verður nýggi borgarstjórin í Vága kommunu. Hann ynskir, at komandi býráðið fer at savna bygdirnar í kommununi meiri.