Bárður á Steig Nielsen, løgmaður minnir aftur á, at tilmælini verða vird og fylgd. Hann takka fyri í dag.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður minnir aftur á, at tilmælini verða vird og fylgd. Hann takka fyri í dag.
Við at halda okkum til tilmælini um frástøðu og reinføri klára vit at fáa smittuna niður, sigur løgmaður.
Landslæknin sigur, at prosenttalið av fólki, sum lata seg koppseta má verða hægri, skulu vit basa deltavariantinum, sum smittar sera illa.
Sp: hevur landsstýrið og løgmaður ikki trupulleika av, at ein landsstýrismaður ikki vil koppseta seg?
Løgmaður svarar, at tey fara ikki at tvinga nakran til at koppseta seg, men mælir til, at fólk verða koppsett.
Sp: Er tað skynsamt, at ein ókoppsettur landsstýrismaður fer uttanlands á fund?
Løgmaður svarar, at hann kennir ikki til ítøkiliga málið.
Sp til landslæknan: hava tit nokk av fólki til arbeiðis?
Landslæknin svarar, at tað hevur verið neyðugt at fáa styrk aðrastaðni, frá eitt nú politinum.
Løgmaður heitur á, at tilmælini verða fylgd.
Løgmaður hugsar longri fram í tíð. Tí er hann ikki við upp á at lata samfelagið aftur, sigur hann.
Tað hevur gingið so væl hjá okkum, at tað skuldi ikki verið neyðugt.
Smittutalið er ikki tað, sum hevur størstan týdning, men heldur, hvussu høgt trýstið verður á heilsuøkinum.
Sp: Hvørja langtíðarætlan hevur landsstýrið?
Løgmaður svarar, at eitt nú við, sum fútin nevndi, at avlýsa jólaveitslur og annað.
Spurningur: hvat er hent, sum er so álvarsligt, at fólk, sum hótta heilsustarvsfólk, verða meldað?
Svar: fútin svarar, tað skal takast í størsta álvara, at fólk verða hótt at lívinum