Løgmaður takkar fyri, og tíðindafundurin er lokin.
Løgmaður takkar fyri, og tíðindafundurin er lokin.
sp: Hví fara børnini ikki heim í morgin?
løgmaður: ein skúli skal sleppa at enda og "avvikla" øll viðurskiftini áðrenn.
Hava myndugleikarnir tryggjað, at nóg nógvar kanningar eru til taks?
løgmaður sigur, at apoteksverkið hevur nokk av tilfari
Løgmaður sigur, at tann ferðandi skal gjalda fyri kanning, tá komið verður til landið
sp: 100 fólk við koronapassi, men ger tað mun við Omikron?
Tummas í Garði: Koppseting fyribyrgir ikki smittu, men smittar ikki líka illa, tí ger hon mun
Tummas í Garði sigur, at tað bleiv ikki lagt upp til at kanna fleiri, men at kanna tey røttu. PCR kanningar eru dýrar, og tí hevði verði gott, at screeningar vóru gjørdar við aðrari kanning.
sp: Síðan færri eru kannað, eru fleiri kanningar positivar enn áður, hevur man borið seg rætt at við tí?
Løgmaður metir, at PCR kanningarnar eru rætt brúktar
Fútin greiðir frá, at øll verða potað við markið. Tað vil siga, at tað er ikki longur nokk bara at hava koronupass. Hetta verður sett í verk skjótast gjørligt.
Sp: Hví verður ikki sagt, at vit eru komin út í reyða feltið nú?
Løgmaður: roynt verður at steðga smittuspjaðing, og forða fyri, at sjúkrahúsverkið ikki verður ávirkað enn meiri
sp: hvussu verður skúlin skipaður frá í dag, til børn verða send til hús?
løgmaður: eitt skriv fer at koma út, sum skal lýsa hetta
sp: er ósemja í Landsstýrinum sum ger, at koppseting fyri smærri børn ikki er komin í gildi enn?
Løgmaður: tað er eitt mál fyri landsstýrismannin