Hervið endar hendan beinleiðis frásøgn frá einum av mest dramatisku og margháttligastu døgum í politisku søgu Føroya. 

Spurningarnir, ið hanga eftir, eru um samgonguni er lív lagað? Verður Annika Olsen blakað úr Fólkaflokkinum? Og hvør skal í landsstýrissenssirnar í almanna- og fiskivinnumálum?

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, segði í tíðindunum í útvarpinum, at flokkurin nú umrøður nýggju støðuna.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hefti seg við, at Annika Olsen hevði atkvøtt fyri, og hann gjørdi vart við, at hann hevði ikki biðið Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir offra landsstýrissessirnar. Tað var teirra egna avgerð. 

HOYR ÚTVARPSTÍÐINDINI KL 14 HER. 
 

Í sambandi við næsta uppskotið  til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir), tá atkvøddu 18 fyri, 13 ímóti og ein var blonk. 

Munurin var, at Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum eisini atkvøddi fyri hesum uppskotinum. Hann atkvøddi ikki í fyrra uppskotinum. 

Tey 13, sum vóru ímóti, vóru: 

Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin 

Christian Andreasen, Fólkaflokkurin 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin 

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin 

Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin 

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin 

Uni Rasmussen, Fólkaflokkurin 

Bill Justinussen, Miðflokkurin 

Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin 

Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin 

Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin 

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin 

Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin

Ein atkvøða var blonk, og hana átti Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum. 

Tey 17, ið vóru fyri uppskotinum til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar), vóru:

Annika Olsen, Fólkaflokkurin

Bjarni Kárason Petersen, Framsókn

Ruth Vang, Framsókn

Aksel Vilhelmson Johannesen, Javnaðarflokkurin

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin

Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin

Henrik Old, Javnaðarflokkurin

Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin

Johan Dahl, Sambandsflokkurin

Beinta Løwe Jacobsen, Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi

Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Hvat hendir so nú? Fólkaflokkurin offraði ein politiska bisp og ein rók, tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fóru úr landsstýrinum og í løgtingið at fella málið um sammóður. Úrslitið varð, at nøkur av teirra egnu í Fólkaflokkinum spældu eina finnu, Heðin Zachariasen, út av løgtinginum, tá hesin fór í farloyvi, so Annika Olsen aftur kundi taka sæti í løgtinginum og vera við at samtykkja uppskotini um sammóður. 

Harvið er tað málið um sammøður endaliga samtykt. 

Næsta uppskotið er eisini samtykt við 18 atkvøðum fyri, 13 ímóti og einari blankari. 

Fyrsta uppskotið í málinum um samóður er samtykt við 17 atkvøðu fyri, 13 ímóti og einari blankari.