Løgmaður takkar fyri, og endar tíðindafundin.

sp.: ber til, at dagfestingarnar, sum løgmaður hevur nevnt í dag, verða yvirsæddar, tí fólk orka ikki at bíða longur?

Sv.: Løgmaður væntar, at tilmælini verða fylgd til 1. februar

sp.: Noreg vil ikki longur at koppseta børn undir 11 ár - verður hetta eisini mælt til í Føroyum?

Sv.: Gravgangurin eftir koppseting tey smærri børnini hevur ikki verið stórur. Enn er tilboð um at koppseta børn

Enn er eingin deyður av omikron variantinum, sum man veit um, sigur Tummas í Garði

sp.: ber tað til, at sjúkrahúsverkið fær trupulleikar, um tað verða fleiri eldri, sum gerast smittað?

sv.: Tað eru nógv eldri, sum eru sjúk, men sjúkan er mildari, og mett verður, at ætlanin er skilagóð

sp.: er tíðindafundurin í dag fyri at geva boð til náttarlív o.o. at hava tol?

sv.: Nei, tað er bara fyri at kunna at geva eina greiða mynd yvir, hvussu støðan er. Omikron varianturin ger, at sjúkan er skjótari yvirstaðin, tí ber til at koma við ætlan yvir, hvussu komandi tíðin fer at síggja út

sp.: eru serligar sóttarhaldsreglar fyri sjúkrahúsverkið?

sv.: Tað hava verið lagaligari reglar fyri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum. Tað hevur verið neyðugt fyri at hava nokk av fólki til arbeiðis.

sp.: verða skundkanningarnar ókeypis?

sv.: enn er tað soleiðis, at fólk gjalda egnar skundkanningar.

Fútin torir ikki at siga, at korona er avlýst, men kortini kann tað fara at bera til at liva sum vanligt aftur, sigur hann.

Tummas í Garði leggur afturat, at tað hevur gjørt mun, at PCR kanningar blivur gjørdar so tíðliga í Føroyar.