Ingilín og Bjarni

Mentan og list er partur av okkara valskrá, hóast vit ikki fingu stundir til tað í dag. Listin skal vera fræls, stuðlast og ikki stýrast. Armslongdarprinsippið má tryggjast. Vit ætla somuleiðis at fáa tær á leið 13 milliónirnar, ið enda í danska statskassanum frá útlendskum stroymingartænastum, í landskassan og út til mentanarlívið sum mentanarstuðul. Onnur átøk á mentanarøkinum eru eisini at finna í okkara valskrá, sum sæst á j.fo.

Bjarni og Ingilín

Ein bústaður er eitt heim - ikki ein vøra. Og tí er umráðandi, at øll - hálønt og láglønt, ung og gomul - hava møguleika at búgva í somu grannaløgum. 

Her skal felagið Bústaðir vera ein lyklaleikari. 

Ítøkiliga ætlar Javnaðarflokkurin, at vit skulu geva Bústøðum og kommunum heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg. Á donskum kenna vit tað sum "almene boliger". 

Tað eru feløg, sum ikki hava fyri neyðini at skaffa eitt avkast til eigaran, men heldur at byggja heim til føroyingar við bíligum húsaleigum. 

Eisini vilja vit seta í verk bústaðarstuðul til láginntøkubólkar, sum ikki eru førir fyri at rinda fulla húsaleigu.

Bjarni og Ingilín

Tað er avgerandi fyri Javnaðarflokkin, at vit finna loysnir á vælferðarøkinum. Vit hava nøkur ítøkilig boð í okkara valskrá. Styttri arbeiðsvika og lønarlyft til umsorganarøkið eru tvey boð. 

Tað er trupult at siga, nær vit koma á mál, tí vit mugu allatíð kempa fyri, at vælferðin verður sett í fremstu røð. Tað er ikki altíð, at hon verður tað. 

Starvsfólkatrot og manglandi samstarv millum geirar eru nakrar av størstu avbjóðingunum í dag, tá tað kemur til heilsuverkið. Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at fleiri fólk verða sett í heilsuverkinum, so trýstið á verandi starvsfólk minkar.  

Ingilín

Hey Páll,

Tað er púra rætt, at vit serliga løgdu dent á barnafamiljur í sendingini í dag. Men sjálvandi skulu vit ikki gloyma støk ella pensionistar. 

Tað eru støk, ið eru ógvuliga væl fyri - eins og tað eru barnafamiljur og pensionistar, ið eru væl fyri. Og so eru tey, ið ikki fáa endarnar at røkka saman.

Tað er sjálvandi okkara fremsta mál at lofta teimum. Og tað merkir bæði barnafamiljur, støk og pensionistar. 

Nøkur av átøkunum til pensionistar í valskránni eru at hækka viðbótina hjá pensionistum, ið hava minst - og at fara undir at lækka mótrokningina í pensiónini so líðandi. 

Styttri arbeiðsvika, batar innan heilsu- og almannaøkið, fjølbroyttir og bíligir bústaðir og MVG lækkingin á breyð, mjólk, frukt og grønmeti kemur sjálvandi øllum til góðar - eisini støkum.

Ingilín

Hey Karl, 

Í Javnaðarflokkinum vilja vit styrkja príseftirlit og brúkaratrygd. Vit mugu hava meir gjøgnumskygni í prísunum og samstundis syrgja fyri, at brúkarin hevur eina vernd - sum nú er er einasti møguleiki hjá einum brúkara at hála seljaran í rættin. Tað eru verri enn so øll, ið hava umstøður til tað, og tað eigur heldur ikki at vera neyðugt. 

Bjarni

Hey Petur 

Vit mugu fasthalda starvsfólkini, sum longu eru á økinum og fáa fleiri kreftir til. Og tað gera vit við at betra um arbeiðsumstøðurnar (eitt nú styttri arbeiðsviku) og lyfta lønina, sum er ov lág. 

Seinastu trý árini hevur verið tosað um at taka ein eyka flokk inn av námsfrøðingum. Tað er ikki hent. Tað er nokk tosað, nú má handlast.

Ingilín

Sambært lógini sum er galdandi í dag skulu partar av tí sum verður kravt inn í búskapargrunn og betalast út yvir 7 ár. Tað, sum hevur týdning í góðum tíðum, er at hava yvirskot at standa ímóti við, tá niðurgangstíðir koma og soleiðis fyribyrgja stórum sveiggjum í búskapinum. 

Bjarni

Stutta svarið er ja. Tað ger onki, um vit brúka eitt lítið sindur færri pengar upp á at klippa snórar, so tað verður rúm fyri at brúka meira upp á viðlíkahald.

Ingilín

Ja - vit ætla at leingja avgjaldslættarnar til grønar orkukeldur og bilar. Men ikki til hybrid ella plug-in hybrid. Eisini mugu vit eitt nú seta greið mørk fyri nær vit ætla at steðga við at selja bensinbilar og at seta oljufýr upp. 

Bjarni

Hey Jógvan 

Tað ítøkiliga er at lækka partafelagsskattin, so smáar fyritøkur rinda nakað minni enn stórar fyritøkur. Endamálið er at skapa eitt fjølbroytt vinnulív, har nógvar - bæði smærri og stórar fyritøkur - hava góðar karmar.