Katrin og Jørgen

Viðvíkjandi ES siga vit NEI til limaskap, og JA til fríhandilsavtalu.

Katrin og Jørgen

Vit ynskja at bjóða at øllum koppingarevni, men eins og undir corona, halda vit framvegis, tað ikki vera rætt at gera mun á fólki.

Katrin og Jørgen

Seinasta valskeið hevur vinnan fingið tryggari karmar, tað hevur gjørt at inntøkur landkassans, uttan skatta og avgjaldshækking, er vaksin við yvir 400 mio um árið.

Tað er ígjøgnum slíkan vøkstur vit skapa vælferð og halda vallyfti. Treytin er ein vinnulívs vinarligur politikkur.

Katrin og Jørgen

Ja, vit vilja yvirtakað útlendingalógina og tillaga hana til føroysk viðurskifti.

Katrin og Jørgen

Vit vilja beinavegin lækka skattin og hækka barnafrádráttin.

Katrin og Jørgen

Fólkaflokkurin ynskir beinavegin at fáa bygt nýggjar ferjur til útoyggjarnar.

Har seinsta valskeið eru umvælingar gjørdar á lendingarnar í Mykinesi, Skúoy og Svínoy.

Hetta vilja vit halda fram við, so at nú má Fugloy verða tann næsta.

Katrin og Jørgen

Ja. Vit vila hækka inntøkumarkið fyri mótrokning fra 45000 til í minsta lagi til 80000kr. Eftir tað skal mótrokningin bara vera 20%.

Tað vit ynskja er at allir pensionistar skulu kunn aforvinna 80000kr, uttan nakra mótrokning.

Og eftir tað skulu bert 20kr mótroknast hvørjar 100kr man forvinnur.

Katrin og Jørgen

Vit vilja, at tað skal loysa seg arbeiða, eisini eitt sindur meir. Vilja vilja beinanvegin lækka skattin, so tað fer at loysa seg aftur. 

Katrin og Jørgen

Fyri Fólkaflokkin er politikkurin avgerðandi. Ikki hvønn flokk vit samstarva við. Eingin flokkur er útilukkaður.

Katrin og Jørgen

Vit hava í valskrá okkara ein part um integratión. Júst málið og góðkenning av útbúgvingum hjá útlendinum í Føroyum eru partur av hesum.