Helgi

Í Sambandsflokkinum eru fólk úr báðum virðis-vengrunum (konservativ og liberal).

Helgi

Vit vilja hava betri handilsavtalur við ES. Limaskapur stendur ikki á skrá. 

Helgi

Í Sambandsflokkinum standa tinglimirnir frítt í "etiskum málum". Soleiðis verður eisini aftaná valið. 

Helgi

Eitt hert eftirlit krevur størri arbeiðsorku, og tað merkir, at játtanin til Vørn má hækka. 

Helgi

Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur. Tað merkir, at vit hava bæði tað liberala og tað sosiala við í okkara stevnuskrá. Okkum nýtist tí ikki at flyta okkum, fyri at fáa sosialmál ígjøgnum. Vit hava tey longu. 

Helgi

Vit hava fingið samtykt ein orku- og veðurlagspolitikk. Eisini trýstu vit á, fyri at fáa ferð á uppsetingina av vindmyllum - og tað eydnaðist. Vit hava eisini gjørt avtalu við SEV um framtíðar samstarv við privatar aktørar, ið kunnu framleiða grøna el-orku. 

Helgi

Eg kann bara svara fyri meg:

Eg var ímóti broytingunum í hjúnabandslógini og eri eisini ímóti fríari fosturtøku (kalla meg bara konservativan) :)

Helgi

Tað velst um valúrslitið. Men um vit hyggja eftir seinastu veljarakanningunum, so vil eg siga Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin + onkru afturat.  

(Men vit útiloka ikki aðrar møguleikar).

Helgi

Í løtuni er stóra avbjóðingin tann stóri prísvøksturin. Har verða vit noydd at gera nakað beinanvegin. 

Grøna orkuskiftið hevur eisini stóran týdning.

Tað sum Sambandsflokkurin ætlar á uttanríkispolitiska økinum haldi eg eisini hava stóran týdning. (fyri at nevna trý ting - men sjálvandi hava onnur mál eisini stóran týdning fyri meg).

Helgi

Sambandsflokkurin arbeiðir við betri avtalu við ES (ikki limaskapi). 

Viðvíkjandi spurninginum um abort, so hava limirnir í flokkinum loyvi at hava sína egnu meining. Eg kann ikki krevja, at onnur skulu halda tað sama sum eg, men afturfyri kann eingin nokta mær at hava mína meining.