Magni

Atlantsflog er okkara trygga farleið útí heim og ein kritiskur infrastrukturur, sum landið má hava ræðið á. Har hevur kortini fyrr verið pláss fyri minniluta partaeigarum frá privata sektorinum.

Sirið Stenberg

Fyritíðarpensjónistar skulu hava góð livikor . Vit hava m.a. sett inn í valskránna, at fyritíðarpensjónistar skulu hava eftirløn. Eisini at hækka brennistuðulin. Tað er eisini neyðugt við øðrum batum til fyritíðarpensjónistar. Tað arbeða vit fegin við. 

Magni

Um vit semjast og fara eftir einum nýggjum fullveldissáttmála líknandi tí, sum Ísland og Danmark gjørdu, so kann hann koma í lag rættiliga skjótt. Vit hava búskaparliga grundarlagið, og tað skilja danir eisini. Tey bíða bara eftir útmeldingini úr Føroyum um at nýskipa samstarvið millum londini.

Magni

Neyðugar íløgur í tíðarhóskandi skip, má setast á skrá skjótt, tí hatta er ein kritiskur partur av tilbúgving og eftirliti.

Magni

Sum eg havi skilt tað, so fáa t.d. íslendingar  SU aftaná eitt ára lestur. Teir hava við sær íslendskan stuðul fyrsta árið.  Hugsi tað er eftir avtalu millum norðurlond. Vænti vit fara  at hava gott sammband við Danmark, eisini tá vit skulu samstarva á jøvnum føti.

Sirið Stenberg

Við bindandi veðurlagsátøkum. M.a. halda fram við mvg frítøkum til umlegging til varnadi orku. Vit eiga eisini at seta bann fyri oljufýrum og bensin/dielsel bilum innan ávíst áramál. Og fremja eina røð av ymiskum átøkum so sum bøta um vátlendi, stimbra føroyska matvøruframleiðslu o.a. Her er nokk at taka fatur í, tí vit vilja tað. Vit kunnu ikki livað sum um vit eru tey seinastu, sum skulu vera her, men við ábyrgd fyri komandi ættarliðum. 

Sirið Stenberg

Vit hækka barnafrádráttin og lækka skattin til lág og miðallønt. So hækka vit familjuískoyti við 500kr. mðr. og víðkað um bólkin, sum kann søkja. Vit vilja fegin hyggja eftir barnagjaldinum eisini. Tað er týdningarmikið at tryggja øllum børnum góð lívskor

Sirið Stenberg

Persónliga haldi eg ikki verandi skipan er góð nokk, og hevði fegin vent aftur til gomlu skipanina, ella nakað líknandi, sum tryggjar økini. Men flokkurin hevur ikki melda nakra støðu út um hetta, tí ymiskar meininga eru. Meg eg eri fyri gomlu valdømisskipanini

Magni

Tað stendur ikki í valskránni, Útreiðslurnar til vælferðartænastur skulu so ella so fíggjast.  Lønarskattur ber ikki alt, so metast má loypandi  um aðrar inntøkumøguleikar, eins og støðugt  má hyggjast eftir rakstrinum.  

Sirið Stenberg

Vit hava ongantíð útilokað nakran flokk og gera tað heldur ikki nú