Rósa

Miðflokkurin er ikki ímóti 'homoseksuellum', men ynskir ikki at lógin skal tryggja serrættindi til hendan bólkin. Miðflokkurin ynskir eisini at halda fast við eina fatan av gudgivna hjúnarbandinum, sum verandi ímillum mann og kvinnu. Hetta merkir tó ikki at tey, sum eru ósamd við hesum, ikki skulu fáa frið at liva sítt lív.

Rósa

Hetta er orsøkin til at eg ikki kundi taka undir við lógaruppskotinum, sum var lagt fyri tingið beint áðrenn valið. Eg haldi tað vera av avgerðandi týdningi at tað skal bera til at fáa hesar pengarnar uttan at annað foreldrið noyðist at siga arbeiðið frá sær. Tað eru nógv sum arbeiða skiftandi vaktir ella sigla úti og tað skal bera til hjá báðum foreldrum at skiftast um at ansa børnunum heima og samstundis arbeiða ella velja aðrar ansingarloysnir.

Viðvíkjandi fígging er talan einans um at játta kommununum heimild at lata part av pengunum, sum longu vera brúktir á økinum, fylgja barninum.

Rósa

Nei. Eg haldi persónliga at kirkjan eigur at vera leysari av statinum, men undir øllum umstøðum er tað sera týdningarmikið at kirkjan sleppir at halda fast við sítt kristna grundarstøði og harvið eisini hjúnarbandið ímillum mann og kvinnu.

Rósa

Um barnið hevur eina prognosu, sum ger at tað ikki fer at yvirliva, verður føðingin viðhvørt sett tíðliga í gongd um mamman ynskir tað - eg eri opin fyri at hetta framvegis kann vera ein møguleiki. Tó vil eg siga, at um barnið væntandi doyr við føðing, kann ein slík ígongdsetan stytta munandi um livitíðina hjá barninum, sum eisini er syrgiligt.

Tað er ógvuliga sjáldsamt at ein kvinna er í lívsvanda so tíðliga í viðgongutíðini at ein fosturtøka má fremjast. Vanliga ber til at seta eina føðing í gongd eitt sindur áðrenn tíð um lívið hjá mammuni er hótt, og soleiðis bjarga báðum. Í tilfeldi av at tað stendur lív ímóti lívi ynskja vit sjálvandi heldur at bjarga mammuni enn at lata bæði doyggja!

Spurningur 2: Vit hava onga ítøkiliga ætlan á økinum, men eru heilt sikkurt villig til at hyggja uppá økið.

Rósa

Vit ynskja als ikki at revsa mammur fyri nakað sum helst, men at stuðla teimum í at megna tað stóru uppgávuna sum tað er, at taka sær av einum barni.

Rósa

Hetta er ikki nakað vit hava havt á breddanum, eg dugi tó at síggja at hetta ikki eru pengar, sum nakar kann klára seg fyri. Takk fyri at tú gert vart við trupulleikan.

Eg hugsi tó at fyri fólk í hesum aldrinum er tað allartýdningarmesta at hyggja at hvussu vit seta inn við viðgerðartilboðum og aðrari hjálp soleiðis at hesi menniskjuni koma fyri seg og koma at megna sítt lív. Hesum ynski eg at arbeiða hart fyri.

Rósa

Nei, miðflokkurin ynskir at verja lív frá gitnaði til nátúrligan deyða.

Steffan

Nei, vit vilja virka fyri, at børnini ikki vera senda av landinum. Vit mugu gera tær íløgur, sum eru neyðugar, fyri at húsa teimum í okkara egna landi. 

Rósa

Vit vóru ímóti hesum, og fara framhaldandi at vera tað. Tá ein medisinsk viðgerð so sum ein koppseting verður givin, er týdningarmikið at halda fast við kunnað samtykki, tí kunnu vit ikki góðtaka at mann á henda hátt roynir at noyða fólk at taka ímóti koppsetingini.

Steffan

Tað snýr seg um at verja børn og ung ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum. Tey eru sera ung, tá tey fyrstu ferð koma fram á porno. Typiskt 8-12 ár. Tað er stutt sagt oyðileggjandi fyri tey og tí mugu vit seta inn fyri at skána tey betri.