Vit hava beint nú ikki umboð um alt landið, men vit vilja umboða alt landið.
Vit hava beint nú ikki umboð um alt landið, men vit vilja umboða alt landið.
Vit ynskja at taka fulla ábyrgd av uttanríkispolitikkinum.
Vit skulu tryggja okkum limaskap í m.a. Altjóða Olympisku Nevndini, Norðurlandaráðið, Altjóða Heimshandilsstovinum og Arktiska Ráðnum.
Vit skulu eisini taka ábyrgd av verju- og trygdarpolitikki.
Á vinnuliga økinum skulu vit gera fleiri handils,- tvískatta- og veterinæravtalur.
Vit taka sum útgangsstøði ikki undir við ES-limaskapi, tí at vansarnir eru størri enn fyrimunirnir.
Tjóðskaparhugsjónin hevur stóran týdning, og fer at vera raðfest, óansæð hvørja samgongu vit vera partur av. Eisini um tað verður ein samgonga við B og C.
Vit vilja umboða alt landið.
Við at gera Fríhandilsavtalur, veterinerar avtalur, tvískattaavtalur, avtalur um cabotagusigling, og mangt annað. Ein útflutningsstova kundi eisini verið ein møguleiki fyri smærri fyritøkur, tá tær vilja út í heim.
Tað kann koma okkum øllum til góðar.
Tá ið tú velur at brúka olju, ber tað við sær høgt útlát. Hetta gongur út yvir umhvørvið, sum eisini kemur at raka komandi ættarlið.
Frælsi er tengt at, at tað ikki gongur út yvir frælsið hjá øðrum. Annars hevur tað ikki stóra ávirkan á persónliga frælsi, um húsini verða hitaði við olju ella jarðhita.
Vit vil fremja eina skattanýskipan, har vit endurskoða øll mørk og prosentsatsir, og avgjøldum, soleiðis tað gevur mest meining. Tað almenna skal ikki meira inn enn neyðugt frá borgarum og vinnuni í skattum og avgjøldum.
Vit ynskja at raðfesta fleiriutbúgvingar, eisini yrkisútbúgvingar.
Vit vilja eisini raðfesta útbúgvingar, sum vinnan eftirspyr, t.d. innan shipping og logistikk, og vit ynskja at størri partar av frálæruni til yrkisútbúgvingar kann takast í Føroyum. Vit vilja raðfesta íløgur í eitt nýmótans kampusøkið. Vit vilja raðfesta føroyskt undirvísingartilfarð á øllum stigum og eisini skipaða vaksnamannalæru. Eisini vilja vit góðskutryggja Fróðskaparsetrið við at koma inn í bologna-avtaluna
Vit halda eisini at vit skulu hava kappingarførar umstøður fyri lesandi, m.a. fleiri lestraríbúðir og hægri lestrarstuðul.
Vit vilja endurskoða allar serskipanir, og har verður hatta økið ein partur av tí samlaðu endurskoðanina.
Tað er rætt at nógv kemur uttanifrá, m.a. orku- og matvøruprísir. Men seinastu 10 árini hevur almenna nýtslan verið við til at pressa prísirnir uppeftir, t.d. í byggivinnuni.
At føra skynsaman fíggjarpolitikk loysir ein part av trupulleikanum, men tað er ringt at gera nakað við prísvøksturin. Tí er neyðugt at lofta teimum, ið verða harðast rakt.