Bárður fer at royna eina samráðingarrundu

- Eg fari at royna at vita, um tað ber til, tí Sambandsflokkurin bjóðar seg til eina samgongu, við ella uttan løgmann, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum ikki ætlar sær at nýta langa tíð til samráðingar.

Aksel V. Johannesen ætlar sær at tosa við teir flokkarnar, sum hann hevur sitið í andstøðu við seinasta valskeið.

Ruth Vang situr við lyklinum, og kann skipa stjørn bæði til høgru og til vinstru, men áðrenn Ruth sigur nakað, so vil hon tosa við síni fólk um teir møguleikar sum eru.

Høgni Hoydal er til reiðar til eitt samstarv við Javnaðarflokkin og Framsókn, og heldur tað vera skilagott, at andstøðuflokkarnir frá seinast, eiga at halda saman. 

- Fólk vilja hava eina broyting, leggur hann afturat.

Beinir Johannesen sær nakrar møguleikar fyri Fólkaflokkin, men sigur seg kunna samstarva við allar flokkar, og ætlar sær at tosa við hinar flokkarnar í morgin.

Miðflokkurin fekk eitt gott val, men sær Jenis av Rana fyri sær at verandi samgonga kann halda fram, við Framsókn afturat?

- Vit hava nógv til felags við Framsókn, og har eru fólk, sum vit samstarva ómetaliga væl við. 

Fleiri nýggj andlit í løgtingið

Millum tey nýggju andlitini kunnu nevnast Bárður á Lakjuni, ið kom brakandi inn á løgting fyri Fólkaflokkin við 498 atkvøðum. 

Nýggjur á løgtingi eru eisini Margit Stórá og Uni Holm Johannesen, ið eru vald fyri Javnaðarflokkin. 

Bill Justinussen takkar fyri seg

Góðu fittu fólk. Eftir 20 ár í politikki er nú hetta spennandi skeiðið í mínum lívi av. Takk av hjarta til tykkum øll, sum hava valt meg alla hesa tíð. Her eru tó ongi tár, tí mítt privilegium hevur verið stórt.

Soleiðis skrivar Bill Justinussen á Facebook, nú tað er greitt, at hann er fallin, og ikki verður tinglimur komandi valskeið.

Ymiskt, hvussu forfólkini klára seg.

Meðan Jenis sær út sum sterki leiðarin, ið er ímyndin av Miðflokkinum, so byrjar at síggja út, sum um Høgni Hoydal linkar í kongunum.

Nýggi kongurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, hevur savnað flokkin og stendur sterkt sum formaður, og líkt er til at Ruth Vang fær eitt sera gott væl, nú hon fyri fyrstu ferð stendur á odda fyri Framsókn

- Eg tori ikki at siga takk enn

Steffan Klein Poulsen sær út til at taka annan av sessunum hjá Miðflokkinum, har hann nú er toppskorari, men sjálvur er hann varin, tí einki er avgjørt fyrr enn alt er talt upp.

- Eg havi havt ómetaliga góða hjálp, tí hetta er ikki nakað, man ger einsamallur, sigur hann.

Um møguleikan fyri samgongu sigur Steffan, at Miðflokkurin sjálvandi ynskir at koma í samgongu, so leingi tað gongur hond í hond við virðini hjá flokkinum.

- Vit vóna enn, at vit fáa ein triðja sess eisini, tí vit hava fingið framgongd, sum vit eisini høvdu varhugan av.

Ruth situr við trumfinum

Um endaliga úrslitið verður, sum støðan er nú, so verður tað Ruth Vang, sum situr við nógvum møguleikum at skipa stjórn.

- Hon situr so fast á pengakassanum, at hon verður trupul at samstarva við, tí hinir flokkarnir hava lovað eitt sindur av hvørjum, heldur Doris Bjarkhamar, og leggur afturat, at um løgmaður bjóðar henni fíggjarmálaráðið, so hevur hann kanska ein møguleika