Unga føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur tikið eitt stórt fet fram móti luttøku í EM-endaspælinum við einum tryggum 33-26 sigri á Ukraina.
Unga føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur tikið eitt stórt fet fram móti luttøku í EM-endaspælinum við einum tryggum 33-26 sigri á Ukraina.
Reyðhærdi sprellimaðurin í føroyska málinum blívur við at pilka glansin av ukrainsku spælarunum.
Nú tók hann eisini eitt brotskast.
Føroyski høgri vongurin, Hákun West á Teigum skorar til 28-22.
4 mál hevur hann skorað.
Stjørnan á føroyska manslandsliðnum, spælskiparin Elias á Skipagøtu, hevur enn einaferð gingið á odda við 10 málum.
Tær ferðirnar, ið Føroyar hava verið ein í yvirtali, hevur tað riggað illa at fingið mál. Menn eru ov aftrandi við at taka av møguleikunum, ið eru.
Ukraina hevur spælt væl og skjótt síðstu løtuna, og tí tók føroyski venjarin Peter Bredsdorff-Larsen time out fyri at steðga bløðingini.
Vinstri vongur á føroyska liðnum, Leivur Mortensen, fær kanska ikki altíð líka nógva umtalu sum Hákun West av Teigum á høgra vongi. Men í kvøld hevur Leivur verður sera tryggur. Hann hevur higartil skotið 2 mál.
Ikki er hann høgur, ikki er hann breiður, men Pauli Jacobsen spælir hondbólt í heimsflokki í kvøld.