Hóast tað enn ikki er endliga váttað av evropiska hondbóltssambandinum, so tykist greitt, at Føroyar skulu til eitt EM-endapæl fyri A-landslið fyri fyrstu ferð.
Julian Johansen og Hjalti Mohr Jacobsen halda, at føroyska liðið reisti seg í seinna hálvleiki.
Høgni Hildarson Hoydal og Rói Berg Hansen gjørdu sterkt innhopp, og tað var gott at síggja, tí breiddi í hópinum er umráðandi.
Danskur serfrøðingur sigur, at Ukraina er víðari. Men nú hevur hann slettað útsøgnina. Men føroysku talknúsararnir halda, at Føroyar eru víðari.
Fylgt verður við úrslitinum millum Ukraina og Rumenia
Tað verður ikki í dag, at føroysku leikarar fara at vísa stórspæl. Frá byrjan hava okkara menn verið trilvandi. Nógvir kjansir eru brendir, og eingin hevur spælt upp til sítt best, tíverri. Jú, Helgi Hoyda hevur skotið fýra mál upp á fýra skot.