KÍ enn einaferð skapt eina sensatión

0-0 endaði fyrst dysturin í Føroyum nakrantíð í einum evropiskum endaspæli fyri lið.  Og tað var væl og virðiliga uppiborið. 

Flott stríðsavrik, ið her er so væl ímyndað av Árna Frederiksberg. 

KÍ, KÍ, KÍ, KÍ

Herrópini gella niður mótir leikarunum, nú KÍ-fjeppararnir tevja eina sensatión. Liðið eitur KÍ rungar eisini. 

3. minuttir lagdir afturat

KÍ er tríggjar minuttir frá einari sensatión. 

90 minuttir spældir, og framvegis 0-0

Eitt stórt úrslit lúrir, tí KÍ heldur skansanum, nú vanliga leiktíðin er farin. 

Árni gult kort fyri brokk

Stóra stjørnan á KÍ-liðnum, Árni Frederiksberg, er alt annað enn nøgdur við dagsins dómara, Elchin Masiyev úr Aserbajan. Árni hevði grein í sínum máli og átti eitt fríspark, tá hann var í holt við at bróta ígjøgnum í høgru síðu. 

80 minuttir spældir, og KÍ var loksins framvið Lille-málinum

Tað tók tað mesta av hálvleikinum hjá KÍ at spæla seg fram í brotsteigin hjá Lille. Men tað hendi so, tá Mads Boe Mikkelsen legði ein bólt innfyri málið, men tíverri fekk einki KÍari høvdið á bóltin. 

75 minuttir spældir, og Jonathan David er stendur á vøllin

Lille sendir nú stórur kanónirnar á vøllin. 23 ára gamli kanadiski Jonathan David er áleypari og verður roknaður sum ein tann besti hjá Lille. 

Mads Boe Mikkelsen kemur á vøllin við eitt sindur av farti

KÍ manglar fart í álopsspælinum, og tá er gott at hava eina rakett sum landsliðsleikarin Mads Bo Mikkelsen at seta á vøllin. 

Lille er klárt sterkasta liðið, ið KÍ hevur møtt

KÍ sleppur av álvara at royna seg í kvøld, tí Lille er klárt sterkasta liðið, ið klaksvíkingar hava møtt í evropa í ár. Teir eru skjótari og tekniskt og kropsliga sterkari enn leikararnir hjá hinum liðunum, ið KÍ hevur spælt ímóti. 

70 minuttir spældir, og KÍ hevur ilt við at halda upp á bóltin

KÍ er trýst heilt aftur í egnan brotsteig, og tað tykist torført hjá leikarunum at fáa flutt bóltin fram í hálvuna hjá Lille og hildið upp á hann. Men nú fekk KÍ eitt innkast, ið Árni Frederiksberg tekur, og sjálvandi endaði tað eisini við einari atsøkn á Lille-málið.