Fingrarnir eru frystir, men mítt føroyska fótbóltshjartað er heitt. Takk til hetta fantastiska KÍ-liði, ið ferð eftir ferð flytur mørkini fyri, hvat vit í Føroyum hildu vera gjørligt at náa. Ein ógloymandi løta á Tórsvølli. og tað eigur Bláa bylgjan og hinir KÍ-fjeppararnir eisini sína stóru tøkk fyri. Tað gjørdi heldur ikki kvøldið verri, at Lille vann dystinum móti Slovan Bratislava.