Kendasta sjónvarpspersónligheitin í føroyskari miðlasøgu, Zacharias Hammer, segði altíð, at: "Alt fær ein enda, og tað fær Barnaløtan eisini. "
Evropiska-ævintýrið hjá KÍ er komið at enda, hóast tað enn restar ein dystur í UEFA Conference Leagu bólki A á útivølli móti fronsku Lille.
KÍ-leikararnir góvu alt, ALT, og vóru til tað síðsta nær við at fáa ein javnleik móti Slovan Bratislava, ið kundi givið liðnum ein spinkla møguleika at sleppa víðari. Men tað var líka við og næstan.
Vit føroyingar kunnu ikki annað enn takka KÍ-leikarunum og øllum kring liðið fyri nakrar fantastiskar upplivingar hetta seinasta hálvaárið.
2023-liðið hjá KÍ fer í søguna sum tað liðið, ið flutti føroyskan fótbólt longst fram á leið. Ja, tað fer í søguna sum besta føroyska fótbóltsliðið nakrantíð.