Um tú ert áhugaður at síggja øll hagtølini frá EM-dystinum millum Slovenia og Føroyar, so liggja tey á heimasíðuni hjá evropiska hondbóltssambandinum. Trýst á myndina niðanfyri.
Um tú ert áhugaður at síggja øll hagtølini frá EM-dystinum millum Slovenia og Føroyar, so liggja tey á heimasíðuni hjá evropiska hondbóltssambandinum. Trýst á myndina niðanfyri.
Venjarin hjá føroysku landsliðnum, Pedsdorff-Larsen, var væl nøgdur við avrikið. Tað var í verjuni, at dysturin varð taptur, helt hann, og vísti serliga á, at føroyingar høvdu trupult við at steðga stóru slovensku leikarunum Aleks Vlah og Miha Zarabec.
Bæði viðmerkjararnir í EM-studionum og niðri í Mercedes Benz Arena eru samdir um, at føroyingar kunnu vera ernir av føroyska avrikinum, hóast 28-32 tapið.
Men...... Føroysku áskoðararnir vunnu uttan fyri vøllin, og føroyska liðið vísti, at tað hoyrir heima í EM-endaspælinum.
Takk fyri frálíka avrikið, dreingir!!!!!
Hóast Føroyar taptu, so var tað ein føroyingum, Hákun West av Teigum, ið bleiv kosin dagsins leikari. Flott. Framúr leikari.
Føroyar spældu ein branddyst móti Slovenia, men máttu lúta 32-29 móti slovenum. Álopsspælið gekk væl, men effektiviteturin manglaði í avgerandi støðu. Verjan hevði tað trupult móti stóru og tungu slovenunum.
Føroyska spælið liggur í rættiliga stóran mun á herunum hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu. Men føroyska heimstjørnan hevur tíverri ikki rakt dagin.
Slovenar eru stórir og tungir, men teir eru eisini snildir, tí teir skora upp á sínar kjansir. 76 % av skotunum hjá slovenum fara í málið, meðan føroyingar eru niðri á 61%.
Føroyar fingu møguleikan at innheinta Slovenia. Hákun, ið er føroyski toppskjúttin, fekk kjansin, men ólukkutíð, so brendi føroyska stjørnan.
Elias skoraði enn einaferð upp á brotskast, og Rói Berg streyk av stað í mótálop, og nú eru bara tvey mál á muni. Kom nú Føroyar.
Tað hevur gingið striltið í seinna hálvleiki hjá føroysku málverjunum, men nú er Pauli Jacobsen tendraður aftur og hevur tikið tvey skot.