Takk fyri, dreingir! Tit eru fantastiskir

Nú tikið verður saman um, so er einki annað at siga við okkara hondbóltsdreingir enn takk. Avrikini hava verið framúr. Tit hava skriva føroyska ítróttarsøgu, og vit eru errin av tykkum. Fyrimyndarligt. 

Øll hagtøl frá dystinum kunnu síggjast her.

Størsti føroyingurin móti størsta póllendinginum

Um nakar ivaðist í, um tað veruliga var munur á kropsstyrkini hjá póllendingum og føroyingum, so sigur hendan myndin alt. Teis er okkara størsti og sterkasti spælari, men hann sær út sum ein smádrongur aftur ímóti Kamil Syprzak, ið er 2 metrar og 7 sentimetrar. 

Teis um stuðulin: "Orð eru fátøk"

Føroyska kempan, Teis Horn Rasmussen, ásannaði, at teir fingu ikki tak á stóru póllendingunum, serliga strikuspælaranum, ið eisini var eitt fjall. 

"Har var fysikkur á munur." Um stuðulin frá føroysku fjepparunum, so staðfesti Teis: "Tað er ótrúligt og blívur bara við og við. Vit kunnu ikki takka teimum nóg mikið."

Venjarin: "Fuldstændig outstanding"

"Póllendingar vóru sterkari enn okkara í dag, og vit fingu ikki tey mótálopini, ið vit skuldu brúka," segði føroyski venjari Peter Bredsdorff-Larsen. Og spurdur, hvat henn helt um avrikið hjá føroyska liðnum, so var svarið stutt og greitt: "Outstanding."

Føroysku fjeppararnir fegnast hóast tapið
Endaliga støðan í bólkinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu besti leikari

Enn einaferð var tað ein føroyingur, ið vann heiðurin sum dagsins leikari. Elias Ellefsen á Skipagøtu var klárt tann besti leikari hjá Føroyum. Uttan Elias, so vóru vit ikki til EM. 

32-28 Tap í síðsta dystinum

Effektiviteturin var á mun, og tað var í grundini verjuspælið eisini. Føroyar taptu móti einum sterkari liði. 

31-28 Dysturin avgjørdur

Póllendingar hava lagt seg framum við trimum málum, meðan Vilhelm Poulsen tíverri brendi ein púra frían kjans. 

Føroyar kunnu eisini brúka javnleikin til okkurt

Hóast dysturin nokk ikki stendur til at vinna, so kann ein javnleikur tryggja Føroyum triðja plássið í bólkinum.