Tað hevur verið ein buldarsligur og hendingaríkur morgun, fyrrapartur og dagur. Takk til tykkum øllum, ið sendu video, myndir og spurningar inn, og takk til Andrias Gregoriussen, veðurmann á Veðurstovu landsins, at hann var við á liveblogginum og svaraði spurningum.
Men fyrst og fremst takk til bjargingarfeløgini og sløkkiliðini og øll onnur kring landið, ið syrgja fyri, at vit kunnu kenna okkum trygg ein dag sum í dag.