Tað eydnaðist ikki nøkrum av føroyingunum, ið luttaka fyri Danmark í rógving, at koma í eina OL-finalu. Tað er fyrstu ferð, at eitt danskt rógvilandslið ikki kemur heimaftur við einum heiðursmerki síðani 1992.

Um ikki okkurt álvarsamt hendir við einum av hinum bátunum, eitt nú at ein søkkur ella okkurt sovoriðið, so kemur danski OL-áttarin hjá Sáru Mariu Johansen ikki í finaluna.
Um danski OL-áttarin megnar at bliva nummar fýra av fimm bátum, so koma tær í finaluna. Men eftir 500 metrar, so eru tær nummar fim.
OL-áttarin hjá Danmark, har Sára Maria Johansen er við, hevur fingið ein møguleika afturat at koma í OL-finaluna. Og tær rógva nú.
"Tað bleiv enn eitt forbannað fjórða pláss," staðfesti TV2 Sport viðmerkjarin. Har var ikki meira í tanganum hjá Sverra Sandberg Nielsen.