Heimsins leiðarar bíða ikki eftir fínteljingini: Tillukku Trump

Hóast úrslitið av amerikanska forsetavalinum ikki er endaligt enn, so bíða heimsins leiðarar ikki eftir fínteljingini, fyri at ynskja Donald Trump tillukku við sigrinum.  

Les greinina HER

Donald Trump sigur seg hava vunnið
Trump á gáttini til Hvítu húsini við sigri í Pennsylvania

Veljararnir í sveiggjstatinum Pennsylvania hava valt Donald Trump til næsta forseta.

Harvið er Donald Trump á gáttini at vinna valið. Hann hevur í løtuni 267 út av 270 valfólkum.

Harumframt er hann á odda í sveiggjstatunum Wisconsin, Michigan, Nevada og Arizon. 

Vinnur hann bara ein av teimum statunum, so er valið avgjørt og Trump sleppur aftur í Hvítu húsini.

Fox News: Trump vann valið

Miðilin Fox News, sum er republikanskt vinarligt, hevur kunngjørt Donald Trump sum vinnara av valinum.

Tað hendir eftir, at rásin hevur kunngjørt hann sum vinnara í Wisconsin og Pennsylvania.

AP tíðindastovan, sum verður brúkt í KVF, hevur enn ikki kunngjørt vinnara í teimum báðum statunum, og sostatt heldur ikki fyri valið.

Senatið er republikanskt

Tað hevur eydnast Republikanska flokkinum at vinna Senatið.

Higartil hevur Republikanski flokkurin 51 umboð, meðan Demokratiski flokkurin hevur 42. 

100 sessir eru í Senatinum.

Tað hevur eydnast republikanska flokkinum at vinna Senatið við at vinna tveir sessir frá Demokratiska flokkinum og halda allar sínar.

Higartil hava republikanararnir vunnið demokratisku sessirnir í West Virginia og Ohio.
Har hava Bernie Moreno og Jim Justice vunnið.

Harumframt liggur republikanarin Tim Sheehy á odda í Montana, har tað í løtuni verður talt.

Demokratarnir høvdu vónað, at vunnið antin Florida ella Texas, men har eydnaðist tað Rick Scott og Ted Cruz at verja sínar sessir.

Trump vunnið tveir sveiggjstatir - leiðsluna í fimm øðrum

Tað byrjar at líkjast, at tað verður Donald Trump, sum vinnur forsetavalið. 

Seinastu tímarnar hevur Trump vunnið fleiri statir, harímillum sveiggjstatirnar Georgia og North Carolina. 

Haraftrat hevur hann í løtuni leiðsluna í Wisconsin, Michigan, Pennsylvania, Arizona og Nevada.

Statirnir Donald Trump seinastu tímarnar eru Missouri, Montana, Utah, Kansas, Iowa, Idaho, North Carolina og Georgia.

Kamala Harris hevur vunnið Hawaii, Virginia, New Mexico, Oregon, Washingon, California, District of Columbia og Colorado.

Kamala Harris hevur í løtuni, sambært AP, 214 valfólk, meðan Trump hevur 247.

Harvið manglar Trump einans 23 valfólk. 

Trump vann Texas

AP hevur júst kunngjørt, at Donald Trump hevur vunnið Texas.

Fyrrverandi forsetin hevur higartil 177 valfólk, meðan varaforsetin, Kamala Harris, hevur 99.

Neyðugt er við 270 valfólkum fyri at vinna valið.

Fimm statir til Trump

Í seinastu dagføringini hjá AP eru fimm statir aftrat givnir til Donald Trump. 
Tað eru Ohio, Wyoming, Louisiana, South Dakota og North Dakota.

Harumframt hevur Trump tvey valfólk í Nebraska, sum hevur eina aðra valskipan enn  first-past-post skipanin, har vinnarin fær øll valfólk.

Kamala Harris vann 28 valfólk í New York

Kamala Harris hevur vunnið statin New York og hevur harvið fingið 28 valfólk afturat.

Nú er støðan 120 valfólk til Donald Trump og 99 til Kamala Harris.

Øll sluppu ikki at velja í Pennsylvania

Ein dómari í Pennsylvania sýtti fyri at lata valhølini vera longri opin enn til klokkan 20 lokala tíð, hóast fólk høvdu staðið uttan fyri og bíðað í fleiri tímar, fyri at sleppa at velja. Hetta veit amerikanska sjónvarpsstøðin CNN at siga fyri løtu síðani.

Tað vóru Demokratarnir, sum heittu á dómstólin, um at leingja upplatingartíðina hjá einum valstað tætt við Lehigh universitetið í Pennsylvania.

Men ynskið varð ikki gingið á møti, og harvið vóru nógv, sum ikki sluppu á val.

Tvey lesandi søgdu við CNN, at tey høvdu staðið í seks tímar og bíðað eftir at sleppa at velja.