Øll 29 bý- og bygdaráðini eru nú mannað. Takk fyri, at tit fylgdu við á pallum Kringvarpsins.
Vónandi hevur tykkara kvøld verið eins hendingarríkt og okkara.
Góða nátt.
Tróndur Sigurðsson við triðflest atkvøðum í Tórshavnar kommunu hevur ikki mist móti enn, men heldur, tað er ringt at samráðast.
Í Tórshavnar kommunu hava 17.037 valrætt, og 13.482 hava atkvøtt.
Vallutøkan er tí 79,6 %
Á heimasíðu okkara kvf.fo/valurslit/ verða úrslitini kunngjørd so hvørt.
Valúrslitini úr Tórshavnar kommunu eru ikki kunngjørd enn, men tey, sum hava fingið flestar atkvøður á listunum, samráðast aftur og fram í Høllini á Hálsi.
Í Klaksvíkar kommunu hava 4102 valrætt, og 3578 hava atkvøtt.
Vallutøkan er tí 87,6 %
Á heimasíðu okkara kvf.fo/valurslit/ verða úrslitini kunngjørd so hvørt.
Sára Jógvansdóttir fekk flestar atkvøður í Vestmanna kommunu og fer heilt vist eftir borgarstjórasessinum.
Hon væntar tó, at tað vera nakrir drúgvir dagar fyri framman, tí Símun Jákup Højsted, sum hevur fingið næstflestar atkvøður í Vestmanna, hevur fyrr sagt, at hann bara fer eftir borgarstjórasessinum.