Føroyar spæla aftur EM-undankappingardyst 7. mai í Kosovo, og enda í Føroyum 11. mai ímóti Ukraina.
Síggjast tá!
Føroyar spæla aftur EM-undankappingardyst 7. mai í Kosovo, og enda í Føroyum 11. mai ímóti Ukraina.
Síggjast tá!
Leingi hava vit bíða eftir stigi á útivølli, so hetta er stórt, heldur Sjúrður Hildarson Hoydal.
Ísak staðfestir, at tað ávirkar motivatiónina jaligt, tá ein hoyrir so nógvar stuðlandi áskoðarar. Hann er eisini glaður fyri álitið, ið venjarin hevur víst honum í dag.
Føroyar liggja nummar 1 í bólki 6 við 5 stigum.
Kosovo og Ukraina spæla tó seinni í dag, og Kosovo kann koma upp javnt, um teir vinna í dag.
Nógv skal ganga galið, um Føroyar ikki skulu vinna seg víðari til EM-endaspælið í 2026!
Ten Velde gjørdist aftur í dag toppskjútti fyri Holland.
Hann er sera nøgdur við avrikið hjá monnunum.
Elias er toppskjútti við 8 málum.
Óli skoraði 6 mál.
Allan, Hákun og Ísak skoraðu 5 mál hvør.
Teis skoraði 2 mál.
Tróndur skoraði 1 mál.
Hann leggur afturat, at stuðulin frá føroysku fjepparunum hevur verið við til at bera teir á mál.
Hann er errin av, at so nógvir føroyingar eru við, og leikararnir gleða seg at vera saman við fjepparunum nú eftir dystin.
Føroyar liggur nú á odda í bólki 6!
Pauli er dagsins leikari, og hetta var væl uppiborið. Smílið er stórt!