Blandaðar kenslur, sigur høvuðsvenjarin

Hann er glaður og errin av liðinum, ið hevur spælt seg víðari til HM-endaspælið. Tó iðrar hann seg um avrikið í dag, tí Føroyar taptu - og áttu at spælt betur.

Føroysk hagtøl

Lív og Anna Elisabeth eru toppskjúttar við 5 málum.

Maria og Jana skoraðu 4 mál.

Rannvá og Pernille skoraðu 3 mál.

Elsa skoraði 2 mál.

Lív og Karin skoraðu 1 mál.

Rakul bjargaði 36,17% av skotroyndunum og skoraði eitt mál.

Dagsins leikari, Rakul, er sera glað

Hon var skuffað beint eftir dystin, men í løtuni vigar HM-endaspælið tyngri. Lagið er gott, og hon er errin av liðinum. 

Eitt fantasiskt lið og eitt mennandi lið

"Eitt fantasiskt lið og eitt mennandi lið, ið ongantíð gevur upp," sigur Karin Egholm. Hon fekk ein stoyt í dystinum, og fór út eftir 42 minttir, men hon hevur tað gott nú.

Blandaðar kenslur

Brynja er glað fyri at tær hava spælt seg víðari, tó hevði hon viljað vunnið hendan dystin. Hetta er seinasti dysturin hjá Brynju fyri føroyska kvinnulandsliðið.

Samanumtikið er avrikið nøktandi
Rakul er dagsins leikari!

Hon hevur staðið sum ein múrur í málinum, og hon er dagsins leikari. Tað er væl uppiborið.

Føroyar eru víðari

Hóast sigurin fór til Litava í hesum dystinum, so eru Føroyar samanlagt frammanfyri við 9 málum. Føroyar hava sostatt spælt seg víðari til HM-endaspælið, ið verður í Týsklandi og Hollandi í novembur og desembur.

Litava vinnur

Dysturin er liðugur, og vit tapa við einum máli.

Lív Poulsen minkar um munin

Støðan er 30-29. Litava fer í kontra, men Rakul bjargar. 

Fá sekund eru eftir.