Vit síggjast til EM 2026!

Ímeðan føroysku leikararnir skriva autografar, er hondbóltsveitslan við Tjarnir komin at enda! 

Vit síggjast næstu ferð!

Venjarin er nøgdur

Venjarin er sera glaður fyri at Føroyar hava spælt seg víðari til EM-endaspæli.

"Vit kunnu loysa størri og størri uppgávur, og tann menningin skal halda áfram," staðfestir venjarin.

Børnini streyma inn á vøllin fyri at heiðra leikarunum

Gravgangur eftir at sleppa at hitta leikararnar og fáa autografar

Sabya rómar í høllini!

Øll høllin singur við til "I surrender"

Føroysk hagtøl

Elias er toppskjútti við 9 málum.

Óli skoraði 6 mál.

Hákun og Teis skoraðu 5 mál.

Leivur, Vilhelm, Ísak og Rói E. skoraðu 2 mál.

Bjarni og Rói B. skoraðu 1 mál.

Pauli Jacobsen og Sasha Lacok høvdu ávikavist 10 og 1 bjarging.

Hýrurin er í topp!

Tað er veistlurómur við Tjarnir.

Ukrainar sleppa helst eisini til EM!

Allir dystirnir eru ikki lidnir enn, men tað er líkt til at Ukraina eisini sleppur til EM 2026!

Teir fegnast sum vera man.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er dagsins leikari!
Hondbóltveitsla!!

35-27!

Dysturin er liðugur!

FØROYAR ERU NR. 1 Í BÓLKINUM!