Bjarni á Steig endar tíðindafundin við at minna á týdningin av reinføri og at halda frástøðu frá hvør øðrum. Hetta er ein smittisjúka vit hava við at gera, og tí er hetta av størsta týdningi.
Bjarni á Steig endar tíðindafundin við at minna á týdningin av reinføri og at halda frástøðu frá hvør øðrum. Hetta er ein smittisjúka vit hava við at gera, og tí er hetta av størsta týdningi.
Fylgissjúkur av støðuni, eitt nú tí at persónar eru avbyrgdir, síggjast. Tí verður arbeitt við at hjálpa teimum, sum stríðast við eitt nú tunglyndi o.a. í samband við sóttarhald.
Bjarni á Steig sigur at kommunulæknarnir hava tikið eitt stórt tak eisini, so at tænastan koyrir betri nú.
Bjarni á Steig sigur, at kunningarparturin er komin á pláss við heimasíðum, telefonlinjum o.s.fr. Í byrjanini var bert ein persónur, sum tók telefonina, men hetta varð síðani býtt út á aðalráðini og onnur, so nú koyrir nógv betri.
Lars Fodgaard Møller sigur, at í løtuni verður hildið fast í verandi strategi, har nógv verða kannaði, tí at strategiin sær út til at virka.
Higartil hava um 150 fólk bjóða seg at hjálpa í støðuni. Í fyrstu atløgu hevur tørvur verið á eyka reingerð, og tí eru fleiri av teimum sjálvbodnu sett til hetta. Samtundis eru nógv læknalesandi og onnur við heilsfrøðiligar bakgrund, sum hava boðið seg at hjálpa.
Spurt verður nær vit hava eina meting av hvørja fígging sjúkrahúsverkið hevur tørv á, sum úrslit av smittuni? Margit Stóra sigur at við endan av mars vita vit hvat tað hevur kosta í starvsfólkalønum, men har eru fleiri aðrar eykaútreiðslur orsaka av korona-smittuni, eitt nú samskiftistól.
Í løtuni ber ikki til at siga øðrum súklingum, nær til sleppa til aðrar viðgerðir, sum einki hava at gera við korona-smittuna.
Vit hava eina Korona-deild við 11 fólkum, har 30 fólk taka sær av hesum 11. Hesi 30 eru skipaði í tymum á 5 fólkum. Hetta fyri at tryggja, at um eitt starvsfólk gerst smittað, so eru ikki ov nógv, sum skulu í sóttarhald.
Um tú hevur verið smittaður einaferð, so verður mett at tú ert mótstøðuførur. Tí skuldi eingin forðing verið fyri at verið saman við eitt nú familju.