Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, takkar fyri og endar fundin.
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, takkar fyri og endar fundin.
Heilsumálaráðharrin verður spurdur um hvør støðan er nú páskafrítíðin nærkast, og hugsast kann at føroyingar ynskja at koma heim. Hann nevnir at føroyingar, okkara landsmenn, mugu sleppa heim. Vit fara ikki at forða teimum at sleppa heim og tað heldur hann heldur ikki at nakað land í heiminum ger.
Hann mælir tó til at hesi fólkini ansa væl eftir sær og øðrum, so at tey ikki smitta onnur.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki at vit eiga at herða epidemilógina. Hann heldur at tað hevur gingið væl higartil, og hann vil ikki hava at myndugleikarnir fara at taka frælsi frá borgaranum.
Landsstýrismaðurin sigur eisini at út frá verandi støðu er hann væl nøgdur við hvussu borgarin hevur tikið støðuna til sín. Men er støðan ein onnur eftir 13. apríl, so mugu myndugleikarnir meta um hvat tá skal gerast.
Michael Boolsen sigur at í núverandi epidemilóg eru nakrar heimildir, sum kunnu brúkast í samband við Covid-19. Her kann epidemikimmissiónin áleggja fólk at fara í sóttarhald. Noktar viðkomandi kann kommissiónin heita á løgregluna um at seta viðkomandi í sóttarhald. Verður hetta enn einaferð ikki hildið, kann viðkomandi fáa bót.
Kaj Leo Holm Johannesen vil ikki áleggja frisørar um at stongja sítt virksemi. Men tilmælini eru at tú heldur teg tveir metrar frá hvør øðrum og hetta er torført at gera í hesum yrkinum. Tí sigur heilsumálaráðharrin at tað er eitt hugskot at frisørar stongja virksemi sítt.
Michael Boolsen sigur at jú fleiri verða kannaði, jú betri mynd hava vit, og jú betri eru vit før fyri at gera tað skal til fyri at steðga smittuni.
Hann sigur eisini at tilmæli nú er at man kannar tey, sum hava sjúkueyðkenni. Man skal tó ansa eftir ikki at trýsta sjúkueyðkenni niður. Heldur man at at man hevur okkurt, lat teg so kanna.
Michael Boolsen nevnir enn einaferð at tað er týdningarmikið at halda á. Tí ber ikki til at siga hvør støðan verður 13. apríl.
Bjarni á Steig, yvirlækni, nevnir at sum er vita vit ikki um hendan tíðin við tilmælunum, sum longu er longt til 13. apríl, verður longt enn meir. Eiheldur ber til at siga at tiltøkini verða herd.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur at tað er allarhelst rætt, at boðskapurin hjá myndugleikunum hesa tíðina, hevur gjørt, at fólk, sum hava tørv á kommunulæknan í øðrum sambandi enn korona, møguliga hava hildið seg aftur. Tað mugu hesi ikki. Tey eiga at seta seg í samband við sín kommunulækna, um okkurt er.
Bjarni á Steig sigur at orsøkin til at talið av kannaðum er lækka seinastu tíðina, kann hugsast at verða at forkølilsi og vanliga influensan, sum eisini hava gingið, er hæsa eitt sindur av. Tí eru ikki líka nógv sum lata seg kanna.