Tíðindafundurin er nú liðugur

Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharrin, endar tíðindafundin við at takka føroya fólki og lyklapersónin fyri góðan innsats og kempi arbeiði.

Spurningur: Er ósemja millum heilsumálaráðharran og løgmann um hvussu vit finna fram til tey sum ikki fylgja tilmælunum?

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at semja var í landsstýrinum at vit ikki stramma upp uppá tilmæli, sóttarhald og annað. 

Spurningur: Kann heilsumálaráðharrin útgreina hvørjir tankarnir eru aftanfyri at siga at sokallaði sáttmálin er hildin, tá løgmaður segði nakað annað fyri fáum døgum síðani?

Heilsumálaráðharrin sigur, at hann tosar fyri sítt øki, og at á heilsuøkinum hava vit havt eitt gott úrslit og tí kunnu vit takka føroya fólki.

Spurningur: Hvussu nógv fólk hava vit funnið við smittuni uttan at hava havt tey vanligu smittueyðkennini?

Bjarni á Steig sigur, at tað er torført at siga hvussu nógv tey eru, men tey eru fleiri. Nøkur av teimum minni vanligu symptomunum eru niðursettur smakki- og/ella luktisansur.

Spurningurin um fólk skulu sleppa inn í landið er ein spurningur um ein felags spurningur til allan ríkisfelagsskapin. Heilsumálaráðharrin sigur ,at hann ikki er heilt greiður yvir hvar hesin spurningurin skal svarast.

Spurningur: Hvussu nógv seingjapláss hevur man sett av til hesa koronadeildina á sjúkrahúsinum? Og hvat fer tað niður á?

Margis Stórá sigur, at tey hava havt sjey seingjarpláss til koronasjúklingar. Nú verður mett at trý pláss eru nokk.

Bjarni á Steig sigur, at tað er ein følsk trygd at kanna fólk, sum ikki hava symptomir. Um man kannar frísk fólk henda tvey ting. Eitt er psykologisk, har tey hugsa at tey eru frísk. Hitt er at sjúkan kann koma eftir tveimum døgum ella seinni. Tí er tað ein følsk trygd.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur ikki verið nøgdur við at tað ikki verður nóg væl fylgt upp uppá tey, sum fara í sóttarhald tá tey eru komin til Føroyar. Vit hava ikki verið nóg góð at fylgja upp og spyrja hvussu tey hava tað, um tey hava følt nakað til sjúku o.s.fr.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at tað er ein følsk trygd at kanna øll sum koma, tí at hetta sæst ikki beinanveg ein er smittaður.

Vit hava heldur ikki lógarrætt at tvinga fólki at verða í sóttarhaldi.

Spurningur: Danir hava møguleika at koma til Føroyar og hugsast kann at fólk koma hendan vegin, tí at Føroyar eru koronafríar. Hvørja ætlan hevur man við dønum, sum ætla at koma hendan vegin?

Bjarni á Steig sigur at tá fólk koma til Føroyar verður spurt hvørji ørindini eru. Men vit kunnu ikki forða fólki at koma til Føroyar. Men vit kunnu vísa á at tað verður mælt til at fara í sóttarhald.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hesi skulu í sóttarhald í 14 dagar tá tey koma til Føroyar.

Bjarni á Steig sigur, at nú er ætlanin at kanna myrkatalið og smittusporðingina.