Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, takkar fyri í dag, og sigur, at vit enn vita ov lítið um smittuna.
Vit vóna, at vit kunnu halda smittuni niðri, og kunnu njóta eitt gott føroyskt summar.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, takkar fyri í dag, og sigur, at vit enn vita ov lítið um smittuna.
Vit vóna, at vit kunnu halda smittuni niðri, og kunnu njóta eitt gott føroyskt summar.
Spurningur: Í byrjanini var endamálið ikki at ovbyrja føroyska heilsuverkið, men nú er tað, at halda smittutalinum niðri á null. Nær broyttist føroyska strategiin?
Løgmaður sigur, at strategiin enn er tann, hon var í byrjanini. Nú mugu vit ansa eftir, at smittan ikki kemur aftur í landið, og hervið møguliga setir heilsuverkið undir trýst.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at trý smittað fólk vóru nokk til, at seta stórar smittuketur í gongd, og tí er týdningarmikið at halda talinum niðri.
Spurningur: Hvussu kann man siga, at tað er í lagi, at sveittutir fótbóltsleikarar kunnu vera saman, men at tað ikki ber til at vera á einum skeinkistað eftir klokkan 22?
Løgmaður sigur, at tað er lættari at smittuspora frá einum fótbóltsdysti, meðan tað ber illa til á einum skeinki- ella dansistað.
Spurningur: Tit fara enn ikki lata upp fyri, at festivalar og stevnur kunnu haldast?
Vit frámæla, at nógv fólk hittast í mai og juni. Vit koma við nýggjum boðum um, hvat vit gera fyri juli og august.
Vit megna ikki at smittuuppspora á einum festivali ella stevnu, og tí kunnu vit ikki geva loyvi til hetta.
Spurningur: Ávirkar tað ikki løgmann, at Ísland hevur latið upp fyri, at eitt nú føroyingar kunnu koma til Íslands? Hetta er ein roynd at bjarga ferðavinnuni har.
Løgmaður sigur, at hann hevði ynskt, at vit kundu latið landamørkini upp. Smittan er ikki heilt burtur í Íslandi, og tí mugu vit enn vera ansin.
Spurningur: Kemur ein hjálparpakki til ferðavinnuna, nú tit enn mæla til 14 dagar sóttarhald fyri tey, sum koma til landið?
Løgmaður sigur, at vit arbeiða við einum máta, at kanna fólk, sum koma til Føroya, og at vit umhugsa at lata upp fyri at kunna ferðast til lond, har lítil smitta er.
Arbeitt verður eisini við einum hjálparpakka, og vónandi er hesin klárur í næstu viku.
Spurningur: Vit hava onga smittu í Føroyum. Hvussu leingi trúgva tit, at legitimitetur er hjá fólkinum til hesi tilmælini?
Løgmaður sigur, at hann hevur tiltrúgv til fólkið, og tiltrúgv til at tey fylgja tilmælunum. Og tað er týdningarmikið, at tey halda á við tí, tí vandin er ikki av.
Løgmaður sigur at hann vónar ikki, at fólk fara at leggja líka í, men eru við til enn at halda fast.
Fútin leggur afturat, at legitimiteturin liggur í at smittutalið er farið niður á null. Vit hava megna góð úrslit við tilmælunum, og tað er har legitimiteturin fyri tilmælunum liggur.
Michael Boolsen, formaður í Epidemikommisjónini og fúti, sigur at Epidemikommisjónin fylgir væl við støðuni, og at væntað verður, at smittan fer at koma aftur.
Týdningarmikið er tí, at fólk enn fylgja tilmælunum, so at vit ikki verða noydd at steingja samfelagið aftur.
Landslæknin sigur, at smittuvandin er minimalur við einum metri. Við hesum kunnu vit fáa skúlarnar at koyra betri og fólk kunnu fara á matstovu o.a.
Tað er enn ikki sloppið. Koronavirus er í londunum kring okkum. Tí er enn vandi fyri at smittan kemur aftur.
Heitt verður enn á at vit verða í sóttarhaldi. Landslæknin vísir tó á, at tað ikki merkir at fólk skulu sita inni allatíð. Tey kunnu seta seg í bilin, koyra ein túr niðan í fjøllini at ganga ein túr. Týdningarmikið er at halda frástøðu frá øðrum.