Løgmaður staðfestir nú, at tíðindafundurin er liðugur og takkar fyri seg.
Løgmaður staðfestir nú, at tíðindafundurin er liðugur og takkar fyri seg.
Tað verður ein testskipan, men vit vita ikki, hvussu hon fer at síggja út. Men testing er svarið, sigur Jenis av Rana.
Noreg hevur ikki latið upp fyri okkum, tí kunnu vit ikki lata upp fyri teimum, sigur Jørgen Niclasen.
Spurningur: Ber ikki til at lata upp áðrenn 15. juni? Hví júst hesin dagurin? Og hví letur man ikki upp fyri Noregi? Er tað tí Danmark avger, hvør sleppur inn í ríkisfelagsskapin?
Løgmaður: Sjómenn sleppa at liva eftir reglunum um fyrivarni, ið verða settar í gildi.
Tað er eingin ivi um, at ríkismørkini eru galdandi; tó so, at vit hava heldur ikki tilmælt, at ferðafólk úr Danmark koma hendanveg. Tað hevur riggað til fulnar.
15. juni er tí vit vilja hava tíð, at fyrireika hetta. Ætlaðu at lata upp 1. juni, men tað er framskundað. Um Danmark letur mørkini upp, so kunnu útlendingar koma úr Danmark til Føroyar 15. juni.
- Tilmælið um ikki at savnast meira enn 100 fólk stendur við. Hetta tí tað skal vera lættari at smittuspora, sigur løgmaður.
Spurningur: Tú hevur áður sagt, at tú ikki ynskir fórboð. Hvussu leingi verður hetta galdandi?
Løgmaður: Eg hevði ynskt, at tað ikki var neyðugt við hesi lógini, men vit lata samfelagið upp 15. juni, og tá er neyðugt at stramma meira upp. Heilsufakfrøðin hevur verið greið um, at náttarlívið og festivalar, har nógv fólk savnast, er ein stórur smittuvandi.
Spurningur: Merkir heimildin, at steingja skeinkistøð, at tit fara í løgtingið at fáa hesa heimildina?
Løgmaður: Ja, løgtingið má lata eina slíka heimild.
Spurningur: Hví er tað skilagott heilsufakliga, at savna hundraðtals fólk á Zarepta og Nesvík, men ikki á Gøtusandi?
Jenis av Rana: Tað er ikki neyðugt at forklára hvussu stórur munurin er á fólki á Gøtusandi og fólki á barna- og ungdómslegum.
Hesi børnini ganga eisini í skúla í dag saman við nógvum øðrum.
Men tað eru fleiri møguleikar fyri at tillaga tað soleiðis, at tað ber til
Spurningur: Ført hevur verið fram, at tað er gott fyri ferðavinnuna, um pakkarnir eru í gildi til mars. Men tit siga, at tær steðga 30. juni, men er tað rætt skilt?
Helgi Abrahamsen: Endurgjaldið er fram til 30. juni, men fíggingarmøguleikarnir verða galdandi longri.
Spurningur: Fert tú at longja um hjálparpakka 1, so serliga ALS-skipanin verður í gildi eftir 30. juni?
Helgi Abrahamsen: Tað havi eg ikki tikið støðu til enn.
Løgmaður: Um vit gera tað, so verður tað rættað soleiðis, at eingin fyritøka fær stuðul, tá tey siga fólk úr starvi.